Betesda sunnukvøldið – Søga til børnini sangkórið syngur og dópur verður eisini

Jólamánaðurin byrjar sunnudagin 1. desember, og hetta hátíðarhalda vit við einum familjumøti í Betesda klokkan 18:00, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Tíðindaskriv, Betesda:

 

Vegna jarðarferð verður eingin sunnudagsskúli sunnudagin, so tað er lagamanni at hava eitt møti fyri bæði børn og vaksin sunnukvøldið.

 

Nøkur av teimum, ið syngja og spæla fyri í sunnudagsskúlanum, fara at leiða felagssangin og syngja saman við børnum og vaksnum.

 

Beinta Vang sigur børnunum eina av sínum mongu góðu søgum.

 

Sangkórið í Betesda fer at luttaka við sínum hugtakandi sangi.

 

Jákup Eli Østerø hevur eitt orð, og eisini verður dópur á møtinum sunnukvøldið.

 

Hjartaliga vælkomin – bæði børn og vaksin :)