Betesda hátíðarheldur 100 ár dagin

Í hesum døgum hátíðarheldur samkoman Betesda teirra 100 ára dag, sum samkoma hjá brøðrunum í Klaksvík – við rættiligari drúgvari skrá. Serliga nógv verður gjørt burtur úr, frá 17. til 24. september.

 

Framsýningar, hugleiðingar og fyrilestrar eru á skrá, og alla vikuna er kenda og væl vitjaða Kaféin í forstovuni í Betesda á skrá við framsýning, sangi og hugleiðingum.

 

Í gjárkvøldið var fyrilesturin við Jógvan við Keldu, kóleiðara í mong ár, á skrá: “Sangur og tónleikur í samkomuni”. Á skránni var eisini felagssangur og Betesdakórið luttók.

 

Greitt var frá í myndum og við ljóðbrotum frá ymsum gomlum upptøkum. Felagskór og barnakór hevur altíð verið eitt aðalmál í samkomuni, men víst varð eisini á, at eitt skiftið vóru strúkarar eisini við fyri at stuðla undir felagssangin og hjá kórinum. Eisini eitt skiftið í 1940-unum var hornorkestur í samkomuni.

 

Tónleikur við ymsum orkestrum, kórum, kvartettum og solistum hevur altíð verið skitandi, og eru hesi sprottin úr samkomini við ymisk høvi – eisini við útgávum av ymsikum slag.

 

Skiftandi klaver og orgul hava altíð hoyrt til samkomuna. Orglið, sum nú er, er frá 80-unum og varð sproytað, tá ið nýggja Betesda varð tikið í búk, og er enn eitt gott orgul, greiddi Jógvan við keldu frá. Fyrst í 90-unum keypti samkoman eitt Kawai flygel.

 

Einki er at taka seg aftur í, at Betesda-kórið er eitt av teimum frægu í landinum.

 

Sum sagt vórðu nógv ymisk áhugaverd ljóðbrot spæld, og eru tey m.a. takkað verið framskydum monnum í samkomuni, sum keypti upprøkutól í 1948, tøk enn. Eisini við hesum upptøkutóli har upptøkurnar vórður spældar inn á plátu, eru áhugaverdar upptøkur frá Kingosálmi í Tjørnuvík enn til skjals. Hetta upptøkutólið er ein patur av framsýningini. Jógvan Gerðalíð tók sær av upptøkutólinum øll árini.

 

Jógvan við Keldu takkaði Sunnudagsskúlanum fyri sangurin, sum verður lagdur í børnini, og at haðani hevur sangurin í samkomuni eisini verið borin uppi.

 

Alla vikuna er drúgv og áhugaverd skrá fyri hesum 100-ára hátíðarhaldi hjá Betesda.