Emmanuel Adebayor úr Togo, sum spælir við Arsenal, varð í gjár kosin ársins fótbóltsspælari í Afrika í 2008. Fýra ferðir á rað hevur Adebaoyr vunnið heitið sum besti spælarin í Togo, og tí var talan sjálvandi um heilt serliga løtu hjá Adabayor. Næstir honum í atkvøðugreiðsluni komu Mohamed Aboutrika úr Egyptalandi og Michael Essien úr Ghana.