Bestu veteranarnir eru á Jarnbardi

Kvinnurnar hjá Knørrafelagnum vóru nógv fremstar í Masterkappingini

Fyri fyrstu ferð í ár var í dag kappast í Master kappingini fyri kvinnur.

Tað var rættiliga stórur munur á bátunum.

Tað var tann tíð, tá ið Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri plagdi at vinna nógv í FM kappingini fyri 6-mannafør við kvinnur.

Í dag var Jarnbardur so nógv fremst í Master kappingini. Fortuna úr Vestmanna var greitt nummar tvey.

Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag var á triðja plássi, og Smyril úr Vági var á fjórða plássi.

 

 

1 Jarnbardur 05.05.13

2 Fortuna 05.16.10

3 Gongurólvur 05.42.43

4 Smyril 05.44.45