Bestu upplivingar saman við familju

- 2015 hevur verið eitt óvanliga hendingaríkt ár, bæði av góðum og minni góðum, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.

- Hóast flokkur okkara nú situr í andstøðu, fara vit íðin at virka fyri landi og fólki, sigur Jørgen Niclasen.

- Nýggjaársaftan ótu vit ræst kjøt og súpan heima hjá okkum, og Sørvágur var av ungdómum prýddur við fleiri enn 1000 blikkum, har nýggja árstalið við blikkum eisini lýsti á fjallinum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður. Hann vísir á, at tá fýrverkið varð skotið, fóru tey til nýggjárshald, sum var fyriskipað í Húsmøðrafelagshúsinum, har hann varð biðin at halda nýggjársrøðu.

- 2015 hevur verið eitt óvanliga hendingaríkt ár, bæði av góðum og minni góðum. Vit eiga trý børn og við teimum eru tær bestu upplivingarnar í árinum. Í 2015 fingu vit eisini ein konfirmant, ein student, og tann elsta stóð brúður á Viðareiði. Hetta eru minnir, sum hava fest seg.

Jørgen Niclasen sigur, at hóast flokkur hansara nú situr í andstøðu, fer hann íðin at virka fyri landi og fólki, og flokkurin fer at vera á varðhaldi við konstuktivum tingarbeiði at tryggja, at góða gongdin í samfelagnum sleppur at halda fram.