Í eina tíð hevur verið arbeitt við at útbyggja ítróttarøkið við Margáir í Streymnesi, og nú er um at vera liðugt uttan. - Vøllurin lýkur nú øll krøv til dystir í betri deildini, og nú er eisini parkeringsøkið asfalterað, siga tey í Sunda kommunu.
Tað er fyritøkan Westtech í Sørvági, sum hevur teknað eina heildarætlanina fyri økið. Ætlanin fevnir um nýggjar ljósmastrar, útbygging av ítróttarhúsinum, skýli yvir áskoðaraplássini umframt goymslubygning.
Tað er heimasíðan hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo - sum hevur hesa kunning í dag, og tað er Ólavur Fredriksen, sum hevur tikið myndirnar fyri kommununa.
##med2##