Bestu summarbøkurnar

Hjá summum merkir summarfrítíðin ein vælkomin stegur frá skúlalesnaði, hjá øðrum er tað nú, vit fáa tíð at seta okkum niður og njóta góðar bøkur.
Her eru nøkur tipp um nýtt og gott, ið er komið út seinastu tíðina.

Drotningin handan "chick-litt" genruna, Marian Keyes, er ættað úr Írlandi, og nógv av søgugongdini í hennara bókum fer fram í høvuðsstaðnum Dublin. Bøkurnar um systrarnar Walsh eru metseljarar. Nú eru tvær nýggjar komnar, ið tó ikki eru um somu familju, men óivað líka stuttligar sum tær fyrru.


Lars Kepler er pseudonym fyri tveir høvundar, Alexandru og Alexander Ahndoril. Fyrsta bókin hjá Kepler "Hypnotisøren" hevur leingi ligið á topplistunum yvir best seldu bøkur. Sjálv havi eg júst lisið hana, og eg má siga, at hon er ein rættur "síðu-vendari". Tað ber næstan ikki til at leggja hana frá sær.


Vampyr-fepurin er ikki liðugur. Høvundurin Stephanie Meyer hevur júst givið út sína fimtu bók um vampýrin Edward og unnustuna Bellu. Fyrsta bókin í røðini "Skýming" er umsett til føroyskt. Bøkurnar hjá Meyer verða samanbornar við Harry Potter bøkurnar, men tær venda sær til ungdómar og vaksin.


Danska bókin "Sumobrødre" av Morten Ramsland er hansara fyrsta bók síðan bestseljaran "Hundehoved". Hendan bókin er um barndóm hansara uttan fyri Odense, og hóast at høvundin ikki vil vera við, at hon beinleiðis er tikin úr hansara egna barndómi, er nógv, sum líkist.


Fyri okkum, ið gjørdust trøllabundin av "Da Vinci-koden og "Engle og demoner" er triðja bókin um hetjuna Robert Langdon meira enn vælkomin. Ì hesi bókini er høvundurin Dan Brown í amerikanska høvudstaðnum Washington, og sum í undanfarnu bókunum eru tað symbol og tekin, ið leiða søguna frameftir.



Hetta lesi eg sjálv í sólstólinum í summar:

"Høstoffer" eftir Mons Kallentoft

Havi lisið hansara fyrru bøkur "Sommerdøden" og "Midvinterblod" - báðar sera góðar og spennandi.


"Bree Tanners korte liv efter døden" eftir Stephanie Meyer

Eg eri bitin vampýrlesnaði - so fimtu bókin í røðini hjá Stephanie Meyer fari eg helst eisini at lesa.


"Fånge i Hundpalatset" eftir Martina Haag.

Chick-litt á svenskum er Martina Haag best til. Hon fær meg at flenna, tá hon skemtiliga skrivar um strævna lívið við smábørnum, hundum og manni.