Flestu teirra sum hava arbeitt á flakavirki ella verið umborð á flakatrolara kennast við navnið Baader.
Hesar góðu og gomlu flakamaskinurnar hava verið álitið hjá nógvum fiskavirkjum kring oyggjarnar, her túsundtals og aftur túsundtals tons av rávøru eru broytt frá fiski til flak.
- Okkara hægsta mál er at hvør einasta Baader-maskina skal halda og virka hvønn einasta dag, greiðir Hjalti Lundsbjerg frá. - Ein kundi sum keypir eina slíka maskinu skal bara rokna við, at hon fungerar, soleiðis at teir fáa so góða úrtøku úr hvørjum einasta flaki sum gjørligt.
Hóast tær flestu Baader-maskinurnar her á landi eru um 40 ára gamlar, koyra fleiri teirra sum fyrsta dagin.
Royndir
Tað var kanska ein stórur partur av tilvild, ið førdi við sær, at tær so vælkendu Baader-maskinurnar á fyrsta sinni komu til Føroyar.
Maðurin, ið hevur myndað fyritøkuna og hevur givið henni sítt navn, var í ávís tíðarskeið og arbeiddi sum maskinmaður í Føringahavnini í Grønlandi. Her fekk hann kunnleika til Baader-maskinurnar úr Týsklandi.
Tá Petur vendi heimaftur til Føroyar, tók hann lærdómin við sær, og ynskti at vísa føroyingum í Føroyum á hesar vælvirkandi og væl umtóktu flakamaskinurnar.
- Hann byrjaði tá at selja brúktar maskinur, og í nýggjari tíð eisini nýggjar maskinur til føroysk virki og flakatrolarar, greiðir Hjalti frá.
Miðskeiðis í 80'unum kom næstelsti sonur hansara við í fyritøkuna, sum menti seg ár undan ári, til teir í dag húsast í stórum virkisbygningi á havnarlagnum í Fuglafirði.
Seinnu árini hava teir víðkað úrvalið til eisini at umfata serstakar saltsproytur til flakamaskinurnar og aðrar áhugaverdar verkætlanir.
Gott gamalt
Fyritøkan í Fuglafirði er helst mest kend fyri sølu og tænastu av týsku Baader-maskinunum, sum hava verið í framleiðslu í skjótt 100 ár.
Fyri meiri enn fimmti árum síðani komu teir á altjóða marknaðin við teirri serligu
Baader 99-flakamaskinuni, sum eisini er væl kend her á landi.
Hjalti Lundsbjerg dugir ikki at siga frá, júst hvussu nógvar Baader-maskinur finnast í Føroyum. Men at talan er um eitt rættiliga stórt tal, ivast hann ikki í.
Nógvar maskinur hava staðið á virkjum, sum kanska eru givin, og tí er ringt at meta um talið.
Hinvegin er áhugavert at staðfesta, at nógvar av maskinunum koyra við sama lag.
- Eg eri komin fram til, at ein stórur partur av Baader-maskinunum sum verða brúktar í dag, stava frá miðskeiðis í 70'unum og 80'unum.
- So her er kramm í. Tær hava so sanniliga tænt fyri seg, men eru altso framvegis í brúki, sigur Hjalti við einum brosi.