Bestu bilarnir í 2015 sambært Jeremy Clarkson

Fyrrverandi verturin í Top Gear hevur sett saman ein lista yvir 10 teir bestu bilarnar, hann hevur koyrt í fjør.

Jeremy Clarkson, best kendur sum vertur í Top Gear, hevur í greinarøð síni í The Sunday Times, gjørt sær ein lista yvir 10 teir bestu bilarnar, hann koyrdi í fjør.

 

Ilt er at greiða heilt frá, hvat tað er, Jeremy Clarkson leggur mest dent á, men sum hann sigur sjálvur, so má bilurin hava okkurt serligt. 

- Okkurt, sum ger teg spentan, hvørja ferð tú setir teg í hann. Tí um tú ikki gerst spentur, er bilurin einans eitt tól. Og um hann einans er eitt tól, kanst tú líka gjarna koyra í bussi, sigur Jeremy Clarkson.

 

Her er listin hjá Jeremy Clarkson og hansara grundgevingar. 


Mazda MX-5

- Hesin bilurin er vorðin betri enn nakrantíð áður. Hesin kann lekja tunglyndi, heilt einfalt. Tú klárar ikki at vera í ringum lag, tá tú koyrir hendan bilin, sigur Jeremy Clarkson.

 

Alfa Romeo 4C Coupe

- Í veruleikanum er hetta ein ræðuligur bilur. Kortini dyrkaði eg hann. Við sínum feilum og sínum lyndi at fara har hann sjálvur vil, kennist hann menniskjaligur, sigur Jeremy Clarkson.

 

Mercedes AMG GT S

Hetta er ein modernaður muskulbilur. Hetta er Mustang-bilurin hjá Mercedes. Tað merkist, tá tú koyrir í honum. Hesin er kul, sigur Jeremy Clarkson.

 

Ford Focus RS

Sjálvt tá tú koyrir sum James May, følist hesin bilurin smartari enn vanligt. Hann følist sum ein Nissan GT-R, sigur Jeremy Clarkson.

 

Ford Mustang V8 GT

Hetta er ein maskina, sum ynskir at gera dekkini til royk og koyra á tveimum hjólum gjøgnum hvørt einasta sving, sigur Jeremy Clarkson.

 

Volvo XC90 D5

Stoytdoyvingin er so avslappandi, at tú kanst fáa tær ein lúr. Og tað er í lagi, tí bilurin vekir teg, um nakað skuldi hent, sigur Jeremy Clarkson.

 

Opel Zafira Tourer 1.6 CDTi

Eg havi ongantíð áður upplivað ein bil, sum á slíkan hátt megnar at nokta ójavna á vegnum at treingja inn í bilin. Tí er hetta heimsins mest makligi bilur, sigur Jeremy Clarkson.

 

BMW M2

Tann upprunaligi M5 hevur altíð verið yndisbilurin í M-røðini. Inntil eg koyrdi BMW M2, sigur Jeremy Clarkson.

 

Ferrari 488 GTB

Sum ein maskina at koyra er hann - einki annað orð kann nýtast - fullkomin, sigur Jeremy Clarkson.

 

Lamborghini Aventador

Av øllum superbilum vildi eg keypt hendan. Eg eri hugtikin av McLaren P1, men vildi tú havt hann sum kelidjór? Ein smartan og sofistikeraðan elektroniskan robott? Ella ein fantastiskan, stóran Brontosaurus, spyr Jeremy Clarkson.