Fríggjadagin var veðrasýning í Havlba.
Hetta er fjórða árið, veðrasýning er í Hvalba so tað er við at blíva fastur táttur í heystarmyndini í størstu markatalsbygdini í Føroyum.
Í Suðuroynni hava tey allarflestu, sum annars hava seyð, eisini veðrar. Og tað er ikki sørt, at nógv teirra taka seyðasýningin í stórum álvara.
Eliesar Poulsen, sum er ein av teimum, sum tóku stig til veðrasýningarnar á sinni, sigur, at tað sæst týðiliga á seyðinum, at hann er blivin betri, og sær betri út, síðani farið var undir sýningarnar.
Menn gera sær størri ómak, tá ið brundar skulu gerast, og veðurlomb setast við. Og tað sæst aftur í týðiliga dygdini
47 veðrar
Á veðrasýningini í ár vóru 47 veðrar.
Teir vóru allir veturgamlir
Eliesar Poulsen sigur, at veðrarnir í ár, vóru í hvussu so er ikki minni, kanska heldur størri, enn teir vóru í fjør.
Lætnar vórðu fýra virðislønir. Ein fyri tyngsta veðrin, og so tríggjar virðislønir fyri teir vakrastu veðrarnar.
Fyri teir vakrastu veðrarnar, er tað ikki so nógv vektin, sum var avgerðandi, men heldur, hvussu teir sóu út, hvussu kleyvar, bein og horn vóru, hvussu ullin sá út, o.s.fr.
Hartvig Hammer fekk virðisløn fyri tann tyngsta veðrin, hann vigaði 92 kilo.
Hann fekk eisini virðisløn fyri tann triðvakrasta veðrin.
Aðru virðisløn fekk Eliesar Poulsen, og fyrstu virðisløn fekk Vilmund Michelsen.
Vilmund Michelsen vísir seg at hava góðan seyð, tí hetta er triðja árið á rað at hann fær fyrstu virðisløn.
Afturat ognarsteypinum, vann hann tí eisini ferðasteypið til ognar, sum kappast hevur verið um.
Dómarar í kappingini vóru Petur Karl av Rana av Tvøroyri, umframt Frits Poulsen og Jens Heri Jacobsen.
Ásmund Bærendsen á Tvøroyri førdi bókina.
Táið allir hava rikið, um ein góðan mánaða verður ein seyðasýning afturat í Hvalba, tá verða brundlombini víst fram.