Besti triðingurin skal undirvísast fyri seg

Leiðarin á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum heldur, at tað eigur at verða vent aftur til, at bestu næmingarnir í skúlanum fáa undirvísing fyri seg sjálvar

Gongdin nógvu tey seinastu árini hevur verið, at skúlanæmingar eru í sama flokki frá tí, at teir fara í skúla, og inntil teir fara úr skúlanum. Men um politiski myndugleikin fer at lurta eftir leiðaranum í fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, so verður tað aftur soleiðis, at tey, sum tað liggur best fyri hjá at læra í skúlanum, fara at fáa undirvísing fyri seg.
Inntil umleið 1960 var tað soleiðis, at skúlanæmingarnir eftir 5. flokk vóru býttir upp, soleiðis at ein partur av teimum fór í bókliga millumskúlan í fýra ár og kanska eitt ár í realskúla, og at hini gingu í skúla í tvey ár eftir fimta flokk, meðan tey bíðaðu eftir, at tey vóru nóg gomul at fara úr skúlanum. Frá fyrsti í seksti árunum og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum vórðu næmingarnir býttir sundur eftir sjeynda flokk soleiðis, at ein lítil helmingur fór í trý ára realskúla, og hini fóru í 8.-10. flokk, um tey ikki fóru úr skúlanum.
Nú heldur Olaus Jespersen, leiðari í fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum, at tey bestu eiga at fáa undirvísing fyri seg sjálvi.
– Trivnaðurin sigst vera góður í fólkaskúlanum. Samstundis er tað ein sannroynd, at ein triðingur av næmingunum er ómotiveraður, tí avbjóðingarnar eru ov fáar. Tey møðast og troyttast av at hoyra og fáast við tað sama umaftur og umaftur. Vit kunnu siga, at tey hava serligan tørv á størri avbjóðingum, og at tey ikki fáa hesar. Tað er einki nýtt í hesum. Í Danmark er loyvt at skilja næmingarnar úr grundflokkinum helmingin av tíðini. Hjá okkum hevði tað einki gjørt, um tey bestu vóru alla tíðina fyri seg sjálvi. Tað kundi eisini verið soleiðis, at tey, sum t.d. duga best at rokna í 3., 4. og 5. árgangi, vóru í serligum rokniflokki.
Olaus Jespersen heldur, at skúlin skal ikki vera bangin fyri at kjølfesta vinnaramentan og elitudyrkan.
– Tað skal fokuserast upp á tey bestu, sum skulu vera lokomotivið, ið skal tryggja okkum vælferðina í globala samfelagnum. Úrslitini frá Pisa kanningunum verða kunngjørd í 2009, og tað hevði verið rætt, um bestu skúlarnir, bestu skúlaleiðslurnar og bestu lærararnir fingu lønarbonus, er áskoðanin hjá leiðaranum í fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.

Aðrar áskoðanir
Á fundinum í Miðlahúsinum mikukvøldið vóru tað ikki øll, sum treytaleyst góvu leiðaranum í fólkaskúladeildini rætt í, at hetta er størsti trupulleikin í fólkaskúlanum.
Millum teirra, sum serliga vendu eyguni ímóti teimum í hinum endanum á skúlanum, sum hava serligan tørv, var skúlastjórin í Venjingarskúlanum, Niels Nattestad:
– Nú eru longu nógv ár síðani, at tað varð avgjørt, at skúlin skuldi vera fyri øll. Politikararnir – uttan mun til hvønn flokk teir umboða - argumentera bara við pengum, og pengarnir síggjast ikki aftur í fólkaskúlanum. Børn, sum fáa hundrað prosent stuðul í stovnunum fyri børn undir skúlaaldur, fáa ongan stuðul, tá ið tey sum sjey ára gomul flyta úr dagstovninum og í skúlan. Hesir veiku næmingarnir krevja ógvuliga nógv av lærarunum, og tí detta tey sterkaru viðhvørt niður ímillum og fáa tískil ikki tann stuðulin, sum tey áttu at havt fingið, segði Niels Nattestad.
Skúlastjórin í Kommunuskúlanum í Havn, Hanus Joensen, var samdur við starvsfelaganum í Venjingarskúlanum:
– Lærararnir gera sítt ítasta, men fyritreytirnar eru vánaligar. Ikki minst tá ið tað viðvíkur næmingar við serligum tørvi. Tilboðini til teirra eru nógv minkað. Síðani skúlin skuldi verða fyri øll, er eitt nú virksemið í Skúlanum á Trøðni, sum vit brúktu nógv, so at siga burtur. Tað eru eingi alternativ tilboð til tey við serligum tørvi. Hesi fólkini eru ymisk. Tað ber ikki til at stoyta tey øll í ein leyp, tí teimum nýtist ymisk sertilboð, segði Hanus Joensen.
Andreas Petersen úr Javnaðarflokkinum, sum er formaður í mentanarnevndini í Løgtinginum vísti á, at játtanin til børn við serligum tørvi er økt í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007, og at tað eisini eru onnur viðurskifti, sum siga, at politiski myndugleikin økir um játtanina til fólkaskúlan:
– Seinastu fýra árini er næmingatalið í fólkaskúlanum lækka við fýra hundrað. Læraratalið er økt við tjúgu. Framskrivingar siga, at næmingatalið næstu árini fer at lækka uppaftur meiri. Um játtanin ikki fer at lækka, so verður talan um størri játtan í miðal til hvønn næming, segði Andreas Petersen.

Lærararnir nytta einki
Ein bersøgin áhoyrari helt, at orsøkin til, at støðan ikki er serliga góð í fólkaskúlanum er, at lærararnir ikki taka sína uppgávu í nóg stórum álvara.
– Lærararnir í fólkaskúlanum nytta einki. Teir hugsa um alt annað enn at undirvísa børnunum. Tað ber ikki til at rógva út um náttina og at undirvísa um dagin, helt ein av fundarluttakarunum avgjørt fyri.