Besti toskaprísur var 27,66

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 8,6 tons av fiski á uppboðssølu.

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya stívliga 8,6 tons á uppboðssølu. Meginparturin var toskur, mest av toski 3 og 4, sum fór fyri miðalprísin 21,47 og 22,60 krónur fyri kilo.

 

Besti toskaprísur á marknaðinum í morgun var fyri 100 kilo av toski 1, sum fekk miðalprísin 27,66. Næst besta prísin fekk toskur 2, har 454 kilo vórðu seld fyri miðalprísin 25,44 krónur fyri kilo.

 

Bert smávegis nøgdir vóru av hýsu, stívliga eitt tons av hýsu 2 og eitt tons av hýsu 3. Hýsa 2 fekk miðalprísin 17,84 og hýsa 3 13,40 krónur fyri kilo. Lítið og einki var av øðrum fiskasløgum.

 

Tey stívliga 8,6 tonsini á marknaðinum í morgun vórðu seld fyri tilsamans 171.048,70 krónur, sum gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 19,73 krónur fyri kilo.