Besti útlendski: Green Day

Í 2005 vóru tíggju ár fráliðin, síðan Green Day gav fyrstu fløguni Dookie út. Hetta er bólkurin, ið byrjaði alt hatta við popppunki, fleiri ár áðrenn Blink 182 og Sum 41 vóru til.

Á nýggjastu fløguni American Idiot vísir Green Day, at bólkurin er vorðin vaksin. Tónlistarliga er talan um frálíkan rokktónleik. Men samstundis er politiski boðskapurin vorðin nógv harðari og meira beinrakin. Fløgan er ein beinleiðis framman á til Georg Bush og høgra vongin í amerikanskum politikki.
American Idiot hevur fingið eina fantastiska móttøku við eini røð av hittløgum og heiðurslønum kring allan heim.
 
Atkvøða: Send »pla ub 1« til 1441