Besti útlendski (bólkur/einstaklingur)

Nomineringarnar til besta útlendska bólk eru hesar:

Beth Hartpla ub 1
Framførslan hjá Beth Hart á G! fór somikið langt útum pallkantin, at songkvinnan stakk tarnar í Gøtuvík. Rokk-Mama Hart vann hjørtu á Gøtusandi hetta kvøldið.

Johnny Deluxepla ub 2
Johnny Deluxe vóru 9 tímar ávegis til Summarfestivalin, men tá bólkurin trein á pallin kókaði Vágsbøur frá fyrstu stund til seinasti strongur var sligin og seinasta trumman var bukað.

Nephewpla ub 3
Kvarti føroyingurin Simon Kvamm legði skemtið á hillina í fjør og gjørdist fulltíðar tónleikari. Úrslitið fløgan Interkom Kom Ind hevur gingið sigursgongd bæði í Danmark og Føroyum. Lagið Igen & Igen & var best umtókta útlendska lag á 15 teimum bestu, og í summar stendur Nephew aftur á palli á G!

Red Hot Chili Pepperspla ub 4
Tvífløgan Stadium Arcadium setti Red Hot Chili Peppers aftur á tónlistarliga heimskortið. Serliga lagið Dani California hevur hittað um allan heim. Los Angeles bólkurin hevur gjørt um seg síðan miðskeiðis í 80’unum og er enn á toppinum.

Wolfmotherpla ub 5
Wolfmother er nýggjur australskur bólkur, ið fekk gjøgnumbrot í fjør við síni fyrstu, og sjálvnevndu útgávu. Talan eru um rokktónleik við tíðiligum ávirkanum frá sjeytiára rokktónleiki, har nøvn sum Black Sabbath og Led Zeppelin teljast millum fyrimyndirnar.