Hans Marius Ziska pla bs 1
Oddamaðurin í Marius vísti á fyrstu fløguni hjá bólkinum, at hann ikki einans er ein góður sangskrivari, men eisini ein góður sangari. Røddin er egin og riggar væl í heildini.
Kári Sverrison pla bs 2
Kári Sverrison gav fyrst í árinum fløguna Risastova út saman við Yggdrail, eyðkenda røddin er enn hansara heilt egna, og hansara máti at brúka hana er framúrskarandi.
Ólavur Jákupsson pla bs 3
Røddin hjá Ólavi Jákupssyni er eitt av eyðkennunum hjá Gestum, og hevur vunnið pláss í hjørtunum hjá ummælarum uttanlands, Ólavur er heilt egin.
Rókur Jákupsson pla bs 4
Á sjálvnevndu EP’ini og á konsertum sum einstaklingur og saman við bólkum sínum hevur Rókur víst seg sum ein av okkara allar bestu sangarum.
Teitur pla bs 5
Teitur er Føroya fremsti singer/songwriter. Umframt góðu løgini eigur Teitur eisini eina sera góða rødd. Í fjør ljóðaði røddin hjá Teiti kring alt Evropa ikki minst heima á klettunum og í USA og Kanada.