Bólkurin hevur í ár spælt á festivalum og konsertum kring Føroyar.
Poppkorn er fimm ungar gentir av Sandi, men aftan fyri genturnar situr Føroya mætasti poppsmiður Kári Jacobsen. Kári livir av at skriva tónleik og skrivar javnan tónleik til nógv útlendsk nøvn og sjónvarprásir. Poppkorn er Kárasa verkætlan og hetta hoyrist aftur. Kári hevur skrivað orð og løg á 9 av teimum 10 løgunum. Hitt lagið er Sjeikurin hjá <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Elin Heinesen"$?$end$!$Elin Heinesen</st1:PersonName$?$end$!$, ið lá nummar eitt á fimtan teimum bestu. Fyrsta fløgan hjá bólkinum kom út beint fyri jól, og megnaði uppá fáar vikur at gerast triðjmest selda fløga á sølulistanum hjá 3aranum.<BR>
Atkvøða: Send »pla bn 4« til 1441