Besti nýggi: Marius

Marius er bólkurin hjá fyrrverandi Flux sangaranum Hans Marius Ziska. Bólkurin hevur júst verið í upptøkuhøli og spælt løg inn til fyrstu fløguna hjá bólkinum.

Marius hevur ikki spælt nógv í ár, men luttóku m.a. á G!. Tað var tó í GBOB kappingini, at Marius gjørdist eitt kent navn í Føroyum. Marius vann føroysku finaluna . Í heimsfinaluni fekk bólkur eitt deilt sætta pláss. Marius gjørdist besti norðurlendski bólkur framman fyri Noreg, Svørríkið, Danmark, Finnland og Ísland.
Marius spælir væl sungnan og spældan popputtan rokk. Bólkuirin hevur eitt øgiliga heiltstoypt konsept, har eru útstráling, løg, tekstir og spæl sum hongur væl saman.  
 
 
Atkvøða: Send »pla bf 5« ella »pla bn 2« til 1441