Ársins leikari í Evropa 2013, Franck Ribery, sleppur ikki við til HM í Brasil, ið byrjar í komandi viku.
Frank Ribery, ið møguliga er størsta stjørnan á franska liðnum, hevur havt ein ryggskaða at dragast við í eina tíð og skaðin er so mikið álvarsamur, at læknarnir ikki meta hann føran fyri at leika til HM.
Ístaðin hevur franski landsliðsvenjarin Didier Deschamps úttikið Morgan Schneiderlin úr Southampton. Morgan Schneiderlin hevur enn ikki leikt nakran landsdyst fyri franska landsliðið.
Afturat Franck Ribery hevur Clement Grenier eisini melda avboð vegna skaða. Hann verður avloystur av Remy Cabella úr Montpellier.










