Besti kiloprísur fyri tosk 26,70 kr./kg

Fiskaprísurin er framvegis góður, og á marknaðinum í dag var miðalprísurin á stórum toski 24,44.

Seinastu dagarnar hevur fiskaprísurin á uppboðssøluni verið góður, og sølan í morgun var einki undantak í so máta.

 

Fiskamarknaður Føroya seldi í morgun tilsamans 68,5 tons av fiski fyri stívliga 1,1 miljón krónur. Tað gevur ein samlaðan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 17,32 krónur fyri kilo.

 

Eini 47 tons vóru av toski, harav nøgdirnar av toski 4 og 3 vóru nógv tær størstu. Toskur 4 fór fyri miðalprísin 15,01 og toskur 3 fyri 19,76 krónur fyri kilo. 

 

Sløk trý tons av toski 1 vórðu seld fyri miðalprísin 24,44 krónur fyri kilo, og stívliga fimm tons av toski 2 vórðu seld fyri miðlprísin 22,62.

 

Besti kiloprísur fyri tosk í dag var 26,70 krónur, og hetta var fyri tosk 1.

 

Eini 15-16 tons vóru av hýsu, og besta miðalprísin fekk hýsa 1, 20,93 fyri kilo.

 

Í morgun var mest av hýsu 2 og hýsu 3, og her var miðalprísurin ávikavist 19,91 og 18,16 krónur fyri kilo.

 

Nøkur fá tons av longu og brosmu vóru eisini á marknaðinum í morgun, og besti miðalprísurin á longu var 12 krónur fyri kilo. 

 

Besti miðalprísurin á brosmu var 7 krónur fyri kilo - og vánaligasti miðalprísur á brosmu var 5 krónur fyri kilo.