Besti James Bond sangurin valdur

Sum partur av 50 ára haldinum hjá James Bond filmunum, hevur BBC biðji sínar lurtarar um at atkvøða um, hvør tann besti James Bond sangurin nakrantíð er.

Og eingin ivi er um, hvønn bretar dáma best.

 

Tí við einum fjórðingi av atkvøðunum vann Paul McCartney við lagnum “Live and Let Die”.

Sangurin, sum er frá 1973, og sum varð skrivaður til filmin við sama navnið, fekk heili 28 prosent av atkvøðunum. Tað veit Ekstra Blaðið umvegis Daily Mail. Filmurin var tann fyrsti við

 

Roger Moore. Hann spældi íalt seks filmar sum James Bond.

 

Live and Let Die vann, meðan Nobody Does It Better fekk 20 prosent av atkvøðunum. Tað er lagið, sum Carly Simon spældi til filmin “The Spy Who Loved Me” frá 1977. Triðja plássi eigur lagið Goldfinger, sum Shirley Bassey gjørdi í 1964, til filmin við sama navnið.

 

50 ára dagurin hjá James Bond er 5. Oktobur í ár. Tað eru 50 ár liðin síðani Sean Connery byrjaði sum James Bond í filminum “Dr. No”.