Undan hesum umfarinum vóru Mjølnir og Fleyr ávikavist nummar eitt og tvey, men av tí at SÍ leygardagin hevði vunnið sín dyst, kundi bara annað av liðunum í dystinum í Badmintonhøllini í Klaksvík varðveita sítt pláss á stigatalvuni.
Her var við øðrum orðum nógv at spæla um, og beinanvegin sást, at tað høvdu báðir partar skilt til fulnar, tí dysturin byrjaði við nógvari ferð og góðum spæli. Lítil ivi mundi vera um, at hetta var besti dysturin í hesum kappingarárinum.
Eingin spælari datt niður ímillum, men allir ofraðu seg fyri sakini. Kortini skaraðu Sofía Purkhús hjá Mjølnir og Anja Danielsen hjá Fleyr burturúr, tá tað kom til álopsspælið, tí tær avgjørdu hvør í sínum lagi eina rúgvu av bóltum.
Góða og livandi spælið helt fram allan dystin, men serliga tey bæði fyrstu settini hendi nógv á vøllinum. Talan var um nógvar og góðar duellir, har spælarar løgdu lív og sál í smasjini, samstundis sum spælarar tveittu seg runt á gólvinum fyri at fáa bóltarnar uppaftur. Áskoðararnir sótu sum á nálum, tí her kundi alt henda.
Eingin skuldi tapt
Mjølnir tók tey bæði fyrstu settini, men so svaraði Fleyr aftur og vann triðja sett. Men í fjórða settið hevði Mjølnir onkursvegna meira av tí, ið skuldi til, og millum annað hjálpti væl til, at Birgit Guttesen hevði fleiri góðar servur á rað, og tá avtornaði fór Mjølnir avstað við settinum og sigrinum.
Tað var ikki óuppiborið, at Mjølnir vann, men hetta var ein av teimum dystunum, har bæði lið gjørdu sítt til at halda bæði spenning og undirhald við líka, so tað allarbesta hevði helst verið, at eingin tapari var. Men hóast ósigurin kostaði Fleyr oddastøðuna, er munurin millum trý tey fremstu bara tvey stig.
Eftir stendur, at bæði Mjølnir og Fleyr vístu spæl, ið kann geva finalupláss, samstundis sum SÍ liggur millum teirra á stigatalvuni. Tí kann roknast við, at kappingin millum hesi trý um tvey finalupláss bara fer at harðnað, sum tíðin gongur.