Besti DJ í Danmark í Deep

Vinnarin av kappingini Deejay Battle 2011 fer í kvøld at diska í Deep. Danski diskarin DJ Chrelle gjørdist nummar eitt, tá ið ársins Deejay Battle var á skránni fyrr í ár. Eisini var hann tilnevndur til ársins mainstream DJ í kappingini Danish Deejay Awards í 2010 og í 2011, og fekk heiðurin fyri at verða besti DJ í Danmark til ársins Danish Deejay Awards.

 

Í kvøld vitjar hann í Deep, og eigarin av Deep, Havgrímur Johannesen er ikki í iva um, at talan er um besta DJ, sum hevur vitjað í Føroyum.