Hóast líkindini ikki hava verið nakað serlig í dag, hava kortini einir fimm bátar, sum rógva út av Sandi, verið við snellu í dag. Talan er um tríggjar glastrevjabátar og tveir opnar føroyskar bátar.
Sum skilst, var onkur bátur tíðliga aftur at landi, meðan aðrir royndu tað mesta av degnum. Tá In.fo var eftir bryggjuni á Sandi í kvøld, vóru onkrir útróðrarmenn júst á veg til hús.
Báturin, sum í dag hevði størstu nøgdina, hevði eini seks kør á umleið 500 til 600 pund hvørt karið, ein hevði trý kør, onkur hevði tvey kør og so var onkur, ið hevði fisk í einum kari.
Útróðrarbátarnir á Sandi í dag høvdu soleiðis úr nøkrum hundrað pundum og upp í stívliga 3000 pund hvør, sum má sigast at vera góður útróður ein so ivingarsaman dag til veður sum í dag.