Besta Valentinsgávan 2010

Nú fer at stunda til Valentinsdagin 14. februar, men tað kann kanska tykjast eitt sindur ringt at finna røttu gávuna til tí serligu gentuna ella drongin. Planet.fo hevur spurt seks ung fólk um, hvat tey halda vera besta Valentinsgávan.

 

 

Frá henni til hansara:

 

Johnny Djurhuus, 31

Eitt gávukort til eina góða matstovu. Møguliga eina spa/kroppsviðgerð til bæði tvey at fara saman. Eitt trummusett er nokk diskvalifiserað, so flott undirklæðir, sum hon er í, er ein góð gáva til hansara eisini.

 

Helgi Dam Ziska, 19 ár

Eg haldi ikki, at tað er neyðugt at gera so nógv burtur úr. Bara ein lítil gáva, um tað er. Tað er eisini ofta stuttligari, um tað ikki er eitt ting, sum mann hevur keypt men onkursvegna okkurt, sum mann hevur gjørt sjálvur. Okkurt ómaterielt upplivilsi kanska.

 

Sjúrður, 27 ár

Eitt telduspæl. Tað signalerar, at daman góðtekur tað irrationella og barnaktiga í sjeikinum, og at hon loyvir honum at vera tað, sum hann er og elskar hann alíkavæl.

 

Janus Jacobsen, 20 ár

Gangi ikki so nógv upp í tað sjálvur, men eg haldi sjálvandi, at tað er alt eftir, hvør drongurin ella maðurin er. Sjálvur eri eg ikki til stór, dýr og materiell ting. Eg hevði verið glaður, um hon kanska visti upp á onkran fittan máta, hvussu góð hon var við meg.

 

Frá honum til hennara:

 

Christina Benadicta Berg, 18 ár

Eg hevði verið allargleðast við lingeri. Eg trúgvi eisini, at aðrar kvinnur høvdu dámt tað.

 

Guðrið Alis Vestergaard, 18 ár

Eg vildi sagt, at tað at tað traditionella er romantiskt. Mín perfekta gáva hevði verið, um hann segði, at hann elskaði meg, og at eg var hansara eitt og alt. Møguliga fingið okkurt lítið smáting í gávu ? okkurt, sum hann veit, at eg elsk