Besta upphiting nakrantíð

Lítið er at ivast í, at kvinnulandsliðið í flogbólti fær sína bestu fyrireiking nakrantíð til einar oyggjaleikir, nú danska kvinnulandsliðið vitjar um vikuskiftið. Endamálið er at fyrireika føroysku kvinnurnar til sterka mótstøðu á Álandi

FLOGBÓLTUR

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at góð flogbóltslandslið vitja í Føroyum, men undantakið verður um vikuskiftið, tá Danmark sendir sínar bestu flogbóltskvinnur hendavegin at spæla tveir dystir ímóti føroyska kvinnulandsliðnum.

Og tað verður helst við líka stórum spenningi og intensiteti, sum vit kenna tað frá steypafinalunum, at Føroyar og Danmark fyrst spæla í ítróttarhøllini í Trongisvági í morgin klokkan 15, og síðani í ítróttarhøllini á Giljanesi sunnudagin klokkan 14.15.

Danska vitjanin undirstrikar, hvat føroyska kvinnulandsliðið ætlar sær á Oyggjaleikunum á Álandi um tvær vikur. Eftir fýra gullmerki á rað, setti Saaremaa ein stoppara fyri tí á Rhodos fyri tveimum árum síðani, tá føroysku kvinnurnar »bara« fingu silvur. Nú verður aftur farið eftir gullinum.

 

Á hægri stigi

– Vit hava so ofta ætlað at fingið okkurt dygdargott lið hendavegin at spælt, og tá vit vendu okkum til danska kvinnulandsliðið, var leyst og liðugt beinanvegin. Tað eru vit øgiliga fegin um, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.

– Vit fara sum oftast av landinum at fyrireika okkum, men at vit nú fáa eitt gott landslið hendavegin, er uppaftur betri. Og betri upphiting til Oyggjaleikirnar kundu vit ikki ynskt okkum, tí við hesum fáa okkara kvinnur óivað sterka mótstøðu og kunnu tí fáa nógv burturúr.

Danska kvinnulandsliðið spælir sínar EM-undankappingarnar í B-bólkinum, ein bólk oman fyri C-bólkin hjá Føroyum, so óivað verður talan um eina stóra avbjóðing hjá føroysku kvinnunum.