Náttúrutilfeingisráðið í Attu fekk umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins
Náttúrutilfeingisráðið í Attu eru lokalir fiskimenn, sum skjalfesta havumhvørvið og skjýtur upp umsitingartiltøk. Teir hjálpa eisini til við gransking av havumhvørvinum. Arbeiðið hjá fiskimonnunum fremja kunnleikan um havið, betri umsiting av tilfeinginum og lokalan ognarskap innan umhvørvisvernd.
Grønlendingarnir vóru ein av 13 tilnevndum til umhvørvisvirðislønina. Fyritøkan Green IQ var føroyska íkastið.