Besta trol nakrantíð

Í juni fekk Jupiter eitt nýtt 2048 metra trol, sum er gjørt til uppisjóvarpartroling eftir makreli.

Longu eftir fyrsta tóvið, sá Emil Petersen, skipari, at hetta trol var serstakliga lætt at tóva í mun til onnur trol av somu stødd. Um somu tíð spílaði trolið seg væl út. Manningin á Jupiter legði eisini skjótt til merkis, at fitt av makreli kom í trolið í mun til tíðina, sum tóvað var.

Á heimasíðuni hjá Vónini verður sagt, at trolið hevur somu longd á høvuðlínuni, og ovastu og niðastu vengurnar eru eisini teir somu sum í ovurstóra 2688 trolinum, sum mong skip brúktu summarið 2010.

- Samstundis er manningin positiv viðvíkjandi tilgongdini á dekkinum, og nú miðskeiðis í september, tá makrelkvotan í føroyskum sjógvi nærum er fiskað, hava teir á Jupiter í meðal tóvað tveir tímar hvørja ferð.

Emil Petersen, skipari á Jupiter, greiðir á heimasíðuni frá, at Jupiter hevur fiskað 1000 tons av makreli, og at hetta er besta partrol, hann nakrantíð hevur roynt.