Besta útgáva: Førist  Páll Finnur Páll

Onnur fløga hjá Páll Finnur Páll Førist, er ein rokkkend fløga, við frálíkum íoyrafallandi popprokkløgum.

Hon er á tremur við vælskrivaðum fangandi, spælandi og stuttligum løgum. Lagið Herbergið hevur longu gjørt um seg á 15 teimum bestu, og næsta lagið Grannin er nú farin at gera um seg á listanum. Tekstheimurin hjá Páll Finnur Páll er øgiliga fjøllbroyttur við einum blandi av tí pena, tí ljóta og tí ordiliga vemmiliga.
Ljóðarbeiðið á fløguni er sera væleydnað. samstarvið millum tónleikaframleiðaran Jón McBirnie og Páll Finnur Páll var so ótrúliga væleydnað á fyrru fløguni Bermenn, og á Førist heldur hetta arbeiði fram.  
 
Atkvøða: Send »pla bu 2« til 1441