Besta stuðulsskipan í heiminum

Stuðulsskipanin til føroyingar, sum lesa uttanlands er framvegis ein tann besta í øllum heiminum.

Útvarp Føroya hevur saman við Annitu á Fríðriksmørk fleiri ferðir seinastu dagarnar  endurtikið tíðindi um, at føroyskur lestrarstuðul til lesandi uttanlands er »bumbaður aftur í fortíðina«. Hesi tíðindi eru sera misvísandi.
Stuðulin til lesandi føroyskar ungdómar, sum fara til onnur lond enn norðurlond at lesa, er framvegis ein tann besti í heiminum yvirhøvur. Bera vit saman okkara skúlagjaldsstudning við næstu grannar í Danmark, Íslandi, Noregi og Svøríki, so er okkara stuðul væl betri enn tann stuðulin, sum tey veita sínum lesandi uttanfyri norðurlond, og hetta sigur ikki so lítið.
Eg haldi at tað hevur týdning at endurtaka, at okkara stuðul til føroyingar, sum fara út um Norðurlond at nema sær útbúgving eisini aftaná tær broytingar, sum verða framdar í 2010 og 2011, er nógv betri, enn nakað annað land letur sínum ungdómi.
Eg vil tí mæla frá, at sáa mistreysti niður í tey, sum ætla sær út í heim at lesa. Og eg haldi, at tað er tað, sum Annita á Fríðsriksmørk ger saman við Útvarpinum. Eg ivist ikki í, at eisini tey ungu skilja, at allir føroyingar mugu gera sítt til, at venda stóra hallinum á fíggjarlógini.

Okkara vandamál er ov nógv fara – og ov fá koma aftur
Eg haldi, at vit skulu fegnast um, at vit framvegis  hava eina so framúr góða skipan, sum einki annað norðurland kann samanbera seg við. Tí tað er ikki trupulleikin í Føroyum, at tey ungu ikki fara uttanlands at lesa. Yvir 60 % av okkara ungdómi, sum lesur hægri lestur, fer uttanlands at útbúgva seg. Av hesum koma bert uml. helvtin heim aftur. Tað er trupulleikin!
Tá ið onnur Norðurlond stuðla sínum ungu at fara av landinum – so er tað tí at har fara bert millum 2 – 10% út um landoddarnar – við undantak av Íslandi, har uml. 25 % lesa uttanlands.
Okkara høvuðstrupulleiki er, at tað eru so nógv sum fara av landinum, og at tað eru so fá sum koma aftur. Tí er okkara høvuðsuppgáva at menna okkara egna lestrarumhvørvi. Og tað eru vit so sanniliga farin undir. Ongantíð áður eru so nógv byrjað upp á hægri lestur Føroyum sum í ár.

Stuðulsskipanin til føroyingar, sum lesa uttanlands er framvegis ein tann besta í øllum heiminum.
Tann skerjing sum verður framd í ÚSUN- skipanini rakar ikki tann mánaðarliga stuðulin til livikostnað – hann er framvegis tann sami, sum SU ella Studni veita. Vit hava bert framt eina lítla skerjing í tí maksimala studninginum til at betala fyri skúlagjald á einum hægri lærustovni í einum øðrum landi. Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at føroysk lesandi kunnu lesa á flestu lærustovnum í Evropa, ja runt allan heimin, til ein nógv lægri prís enn tær 80.000 kr. Og tað er gott!
Sum tíðindini hava verið orðað, so ljóðar tað sum um, at øll, sum fara uttanlands, hava fingið 120.000 kr. í studningi, og nú fáa tey bert 80.000 kr.
Hetta er púra skeivt framborið. Stuðulin, sum talan er um at skerja, er tann maksimala skúlagjaldsupphæddin. Studni rindar bert tað, sum skúlagjaldið kostar – og í nógv flestum førum er skúlagjaldið væl lægri, enn tann makimala skúlagjaldsupphæddin. Og tað er henda hægst møguliga upphædd, sum 1. august í 2010 verður lækkað til 100.000 kr. og 1. august 2011 verður lækkað til 80.000 kr.
Tá ið vit kanna eftir, vísir tað seg, at tað eru ógvuliga fá av teimum, sum velja at lesa í Evropa, sum eftir hesa broyting ikki fáa goldið alt sítt skúlagjald. Síðsta skúlaár hevði tað t.d. bert verið 1 ella 2 av teimum uml. 120, sum lesa í Stóra Bretlandi, ið høvdu verið rakt av hesari broyting við nøkrum fáum túsund krónum. Tey ið verða rakt av broytingini eru serliga nøkur lesandi í USA, og so tey sum lesa til flogskipara, tey flestu í Danmark. Uttanfyri Norðurlond er talan um millum 10 og 15 lesandi, sum verða rakt av broytingini.
Leggjast skal afturat, at til ber hjá hesum at fíggja restina av skúlagjaldinum við sera lagaligum lánum frá Studna, heilt upp til kr. 80.000 um árið.