Besta songkvinna

Tilnevningar til planetina fyri bestu songkvinnu eru hesar:

Eivørpla bk 1
Eivør gjørdist ársins songkvinna í Føroyum í á Planet Awards í fjør. Hon hevur ferðast kring heimin og sungið fyri útseldum húsum í Íslandi og Danmark. Hon vann heiðurin besta songkvinna og besti vísusangari á DMA Folk, og Útvarpi valdi hana herfyri til ársins tónleikanavn.

Guðrið Hansenpla bk 2
Guðrið fekk í Isadora and The Rebels sítt gjøgnumbrot í fjør. Bólkurin er spennandi, men størsta styrkin er uttan iva stóra røddin og útstrálingin hjá Guðrið. Guðrið luttók eisini á fløgum og konsertum saman við øðrum tónleikarum í ár, m.a. hjá Flemming.

Lenapla bk 3
Lena fekst í stóran mun við komandi fløgu sína í fjør, men á AME Reykjavík, FO Invasion, Asfalt og øðrum konsertum bæði hesumegin og hinumegin hav vann hon alsamt meira fram, serliga orsakað av frálíku røddini.

Maria Guttesenpla bk 4
Maria Guttesen valdi í at standa á egnum beinum. Hon fór burturúr bólkinum Divided Minds og gav sína aðrum solofløgu út; ein konsertfløga, ið vitnar um stóru røddina, ið longu bergtók føroyingar á bandinum hjá Hjørdis og Gentunum.

Jensina Olsenpla bk 5
Kórsongkvinnan úr mpiri og mamman hjá Grísaflísa Pætur kom sum snarljós á alljósum degi inn í singer/songwriter kappingina í Hafnia Lounge. Á veg móti sigrinum basti dugnaliga songkvinnan nøkrum av okkara bestu innan fyri stílin.
¬