Besta samlaða kappingarárið hjá Skála nakrantíð

(Rás2) Hoyr formannin í Skála, Arna Klein Abrahamsen taka samanum eitt gott kappingarár hjá monnunum og kvinnunum

Formaðurin í Skála, Arni Klein Abrahamsen er ein fegin maður í kvøld. Effodeildarliðið endaði á einum góðum 6. plássi, næstbesta liðið er flutt upp í 1. deild, felagsliðið EB/Streymur/Skála hevur vunnið FM í bestu kvinnudeildini, og hevur eisini vunnið næstbestu kvinnudeildina.

 

Talan er um besta samlaða kappingarárið hjá Skála, staðfestir Arni Klein Abrahamsen.

 

Hann er sera nøgdur við samlaða avrikið hjá effodeildarliðnum, men hann iðrar seg um javnleikir og sigrar Skála hevur mist seinastu fimm minuttirnar í fleiri dystum í effodeildini.

 

Stóra upplivingin var at síggja kvinnurnar hjá EB/Streymi/Skála vinna fyrsta FM-heitið nakrantíð á heimavølli á Eiði í dysti ímóti KÌ, sum hevði vunnið tey 17 undanfarnu árini. 

 

Arni Klein Abrahamsen slær fast, at Skála ætlar ikki at fara í spanderibuksirnar, men hildið verður fast við varna fíggjarpolitikkin har spakuliga verður bygt upp í felagnum.

 

Arni Klein Abrahamsen kann eisini fegnast um, at talið av yngri spælarum er hækkandi bæði á mans- og á kvinnusíðuni.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Arna Klein Abrahamsen fyrr í kvøld. Arni var staddur umborð á Smyrli, og har var lagið gott aftaná 2-0 sigurin hjá Skála á TB/FCS/Royn.

 

Skála hevur ársveitslu 4. november.