Besta og fjónaða tunnilsloysnin

Tað finst ein loysn til Sandoyartunnilin, sum ikki pínir heilsuverkið, almennaverkið, skúlaverkið ella onnur týðandi økir. Loysnin er als ikki partur av skattakrónum okkara og verður best framd í krepputíðum

Loysnin er hendan.

Vit knýta Norðoya, Vága, Norðskála og Kollfjarða tunlarnar saman í eina skipan. Skipanin skal virka á tann hátt, at bilurin bert verður skrásettur einaferð um dagin. T.v.s. at tað kostar tað sama at koyra gjøgnum allar tunlarnar, sum tað kostar at koyra gjøgnum ein.

 

Síðani verða hesir tunlar samlaðir í eitt partafelag saman við Sandoyartunnlinum.

 

Við útgangsstøði í prísi og bilatali fyri Vága og Norðoyartunlunum, er ein veruleikakend meting, at nýggja partafelagið uttan trupulleikar kann hava eina innntøku á 100 milliónur krónur hvørt ár. 40 milliónur fara til Vága og Norðoyartunlarnar. Hinar 60 milliónurnar fara í fyrstu atløgu til Sandoyartunnilin.

 

Tað er eingin trupulleiki at læna 700 milliónur við slíkum inntøkugrundarlagi.

 

Byrjað verður uppá Sandoyartunnilin í 2011.

 

Vit eiga ikki at gloyma styrkjuna, sum liggur í einum felagstaki øllum landinum at frama.

 

Vónandi verður hendan loysnin ein partur av viðgerðini av Sandoyartunnilinum, sum verður í næstum.