Besta nýggjársgávan

Á hvørjum ári til jóla síðani 1989 hava føroyingar kunnað ognað sær bókina SKEMT við tekn­ingum hjá Óla Pet­ersen. Hesi jólini verða tó eitt und­an­tak, og tað er ein orsøk fyri hesum

Tað var við beráddum huga, at Skemt 2010 gjørdist jóla­trøll. Ístaðin fyri at gerast tann stut­t­ligasta jólagávan í ár, verður hon nú til ta bestu og og mest hugvekjandi nýggj­árs­gáv­una í jan­uar 2011. Um somu tíð sum hon verð­ur eitt søguligt yvirlit yvir hendingar í farna ár­i­num, fer hon eisini at taka sam­an­um øll tey mongu árini Óli Pet­ersen h­evur teknað bak­síð­una á Sosialinum.

Listamaðurin og skemt­i­tekn­ar­in Óli Pet­er­sen verð­ur 75 ár 24. jan­uar, og tað er í hesum sambandi, at út­gev­a­rin hevur gjørt av at geva Skemt 2010 og havið ta 22. í røð­ini av Skemt­bókum út til sjálvan føð­ingardagin.

Bókin verður tí eisini ein jubileumsbók, har lista­mað­ur­in verður heiðraður við ein­um serstøkum íkoyti til bó­k­ina.
Nú so nógvar bøkur koma út til jóla, man tað eisi­ni vera kær­kom­ið fyri øll heim í Føroyum at fáa eina spildurnýggja og feska bók í jan­uar eisini, møguliga og helst tann fyrsta føroyska bók­in í nýggja árinum. Harvið er hon eisini ein forkunnug føð­ing­ar­dags­gáva til sam­fel­ag­ið Før­oyar, nú tá hol verð­ur sett á eitt spildurnýtt ár­tíggju við vónandi mongun for­vitn­is­lig­um og stuttligum nýggj­um tekn­ing­um frá list­a­mann­i­num á Skála.

Hátíðarhald verður í Miðl­a­húsinum í sambandi við 75 ára dagin og 22. Jubi­le­ums­út­gáv­una, tá høvundin eisini fer at signera bókina.

Hjá teimum í landinum, sum ikki hava ognað sær Skemt­bøk­u­r­nar, ber til á føðing­ar­dags­haldinum í Miðla­hús­inum at ogna sær tær bøk­ur, sum framvegis eru á goymslu umframt tús­und­tals or­i­gi­naltekningar, sum ganga heilt aftur til 1989.
Til ber eisini longu nú at bí­leggja sær Skemt 2010 við at senda ein teldupost til:

jan@sosialurin.fo