Besta málið eg nakrantíð havi skotið

Tað sigur ungi KÍ leikarin, Jóannes Bjartalíð, sum í gjárkvøldið skoraði eitt framúr mál í unglingadysti í Klaksvík.

-      Eg fekk ein skelk í dag, tá eg fekk at vita at málið var komið á kendu ensku heimasíðuna 101greatgoals.com. Men tað er ein deilig kensla. Satt at siga, siti eg við einum stórum smíli allatíð í løtuni.

 

-      Eg havi fingið nógvar reaktiónir uppá málið, og tað eri eg sera takksamur fyri.

 

Tað sigur ungi KÍ leikarin, Jóannes Bjartalíð, sum í gjárkvøldið skoraði við einum framúr langskoti í unglingadysti millum KÍ og EB/Streym.

 

-      Málið sum eg skoraði í gjár, er klárt tað besta málið, ið eg nakrantíð havi fingið. Í øllum førum, sum eg kann minnast. 

 

Les eisini: Føroyskt dreymamál ferðast kring heimin

 

17 ára gamli Jóannes Bjartalíð er ein leikari, ið Klaksvíkingar vænta sær nógv av í framtíðini. 

 

Sjálvur lýsir Jóannes Bjartalíð seg soleiðis sum leikara.

 

-      Eg eri ein framrættaður miðvallari, sum dámi væl at spæla fótbólt. Eg eri góður til at finna viðleikararnar, umframt at mær dámar at royna langskot. Tí var tað deiligt at eitt langskot, eydnaðist so væl í gjárkvøldið.

 

Hóast sín unga aldur, so hevur Jóannes Bjartalíð verið við á bonkinum til báðar dystirnar hjá Effo-liðnum hjá KÍ í ár.

 

Jóhan Thomsen hevur gjørt upptøkurnar til málið.