Farna vikuskiftið varð 10. umfar í Effo-deildini. Burturúr umfarinum komu tvey av flottastu málunum, sum eru skotin higartil í hesum kappingarárinum.
Til ber at síggja málini við at trýsta á pílin á myndini
Fróði Benjaminsen, liðskipari hjá HB, skoraði tvey avbera flott mál móti KÍ í Klaksvík. Serliga tað seinna er sjónliga flott, tá hann við hálvliggjandi saksasparki sendir bóltin í málið til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Les eisini: (Video) Hvør skoraði besta málið - Fróði ella Ari?
Mánakvøldið skoraði ÍF vongurin, Ari Ó.Ellingsgaard, somuleiðis eitt avbera flott mál, tá hann stutt fyri tíð skoraði upp á langskot. Dysturin millum B68 og ÍF endaði við javnleiki 1-1.
Les eisini: Video: Samandráttur frá dystinum millum B68 og ÍF
Vit spurdu kjakararnar á Facebook bólkinum “Fótbóltskjak” um hvat av málunum er tey halda er betri.
Les eisini: Video: Samandráttur frá dystinum millum KÍ og HB
Vinnari við rímiliga stórum meiriluta var málið hjá Ara Ó. Ellingsgaard úr ÍF. Hann fekk 187 atkvøður, meðan liðskiparin hjá HB, Fróði Benjaminsen fekk 59 atkvøður.
Sunnudagin spæla júst ÍF og HB í landskappingini.










