Tá ið mannamúgvan í gjár varð savnað í Norðdepli í sambandi við, at minnisvarði yvir tey, sum úr bygdunum kring Hvannasund eru sjólátin, var veðrið gott. Seinastu vikurnar hava fyri tað mesta verið baldrutar, og í gjár varð hildið fyri í Norðdepli, at henda løtan, tá ið minnisvarðin varð avdúkaður, var tann besta í nógvar dagar.
Hundrað ár frammanundan, tollaksmessudag í 1913, kom ódnarveðrið av landnyrðingi knappliga. Í gjár var dagurin stillur, og høgu fjøllini vóru hvítklødd.
Á minnisvarðanum eru plátur við nøvnunum á teimum, sum fórust við Múla bátinum í 1828, Norðdepilsbátinum í 1913, Fyrra Sundabátinum í 1918, Seinna Sundabátinum í 1945 og einstaklingum, sum eru druknaðir í Sundinum.










