Besta lið eg nakrantíð havi møtt

Tað sigur føroyski landsliðsmálverjin, Randi S. Wardum, eftir dystin ímóti Svøríki í kvøld.

Landsliðsmálverjin hjá Føroyum, Randi S. Wardum, fegnast eftir 0-5-tapið ímóti Svøríki í kvøld um, at tær í kvøld tordu betur at spæla enn í fyrra dystinum á útivølli ímóti Svøríki, tá ið úrslitið gjørdist tað sama.


- Vit høvdu satsað upp á eitt betri úrslit, men eg vil siga, at avrikið var betri hesaferð. Vit tapa gott nokk 5-0 aftur hesaferð, men í dag royna vit at spæla og vit komu eisini longri fram á vøllin – serliga í fyrra hálvleiki, tá ið orkan var til tað. Sum heild vil eg siga, at tað var væl betri í dag enn tað var í Svøríki, sigur Randi og leggur afturat, at tær iðra seg um at tað fimta málið kom, tí, sum hon sjálv sigur, so hevði 4-0 sæð betri út enn 5-0.


Í løtum royndu tær føroysku at snikka eitt álop til, men tað gekk heldur striltið og Svøríki hevði bóltin at kalla allan dystin.


- Tað var verjukent, men ikki eins verjukent sum í Svøríki. Tá spældu vit 4-1-4-1, og í dag spældu vit meiri 4-5-1. Eg haldi tað hjálpti, at Heidi (Sevdal, red.) lá somikið frammarliga, tí vit virkaðu sum eitt meiri álopskent lið. Vit fella tó langt aftur á vøllin í seinna hálvleiki og tað var trupult at rópa tær út frá allatíð, sigur Randi, sum eftirlýsti meiri stuðul til einasta føroyska framherjan, Heidi Sevdal.


- Eg sakni eitt sindur, at vit hava fleiri við til álops, tí Heidi var øgiliga einsamøll tá ið hon fór frameftir. Ansy (Sevdal, red.) tók nakrar túrar fram við, men tað er framvegis trupult at vera tvær ímóti fýra, serliga tá ið tær eru somikið sterkar, sum tær eru. So jú, í summum førum saknaði eg, at vit vóru fleiri, sum fóru fram, sigur hon.


27 ára gamli málverjin, sum hevur spælt eina ørgrynnu av landsdystum og eisini spælt í bestu íslendsku deildini, metir, at hetta var besta liðið, hon nakrantíð hevur møtt.


- Ja, tað er tað. Tær hava eitt ótrúligt yvirblikk og eina aura yvir sær. Tær vita hvat tær gera og hvat tær ætla sær. Hetta er tað besta liðið, eg nakrantíð havi møtt, sigur hon.


Føroyska kvinnulandsliðið, sum higartil hevur vunnið sær tvey stig í undankappingini, hevur tríggjar dystir eftir at spæla. Teir eru allir á útivølli. 20. august ímóti Bosnia & Hersogovina, 13. september ímóti Skottlandi og 17. septembur ímóti Norðurírlandi. Randi heldur, at tað er góður møguleiki fyri at fáa seks stig í teimum trimum dystunum.


- Tað er serliga í Bosnia og í Norðurírlandi, at vit hava møguleika fyri stigum. Vit spældu javnleik ímóti báðum liðunum her í Føroyum, og eg helt sjálv, at vit kundu fingið meiri burturúr ímóti Bosnia, og tá mangaðu vit eisini Heidi (Sevdal, red.) Eg síggi tað sum ein stóran møguleika at fáa seks stig afturat, segði Randi S. Wardum at enda.