Fótbóltur
EM-finalan sunnukvøldið fer kanska ikki í søguni sum tann best spælda í søguni. Til tess var týdningurin av dystinum kanska ov stórur, og tí sást ikki heilt so nógv til spruttandi álopsspælið, sum Spania hevur sýnt í EM-endaspælinum.
Men skuldi ein vinnari finnast, so var Spania so avgjørt tann virðiligasti av øllum. Teir vunnu bólkaspælið við fullum stigatali, og hóast brotsspørk skuldu til í 1/4-finaluni, so var tað ein sigur fyri fótbóltin, at italska verjuspælið ikki vann á spanska dirvinum at leypa á.
Í hálvfinaluni varð annars væl smurda russiska álopsmaskinan turkað væl og virðiliga, og tá Ballack og hinir bíðaðu í finaluni, var Spania eisini omaná.
Klassamunur
Avgerðin fall longu eftir hálvum tíma. Lahm og Lehmann kundu ikki semjast um, hvør teirra skuldi taka bóltin, tá Xavi sendi bóltin inn um verjuna. Og so var Torres rætti maðurin á rætta staðnum. Í endaspælinum hevur hann kanska ikki víst heilt so gott spæl, sum hann hevur gjørt tað í Liverpool, har hann hetta árið hevur skotið 33 mál. Men hetta hugsaði eingin um, tá hann hegnisliga kipti bóltin upp um skreiðandi Lehmann í týska málinum.
Undan hesum hevði Spania eisini havt aðrar møguleikar. Júst Torres hevði ein drønstútara á stólparótina, og ta einu ferðina hevði Lehmann frálíka refleks-bjarging, sum forðaði Metzelder í at gera sjálvmál.
Týskarar høvdu sínar møguleikar tíðliga í dystinum, tá Spania tóktist tyngt av nervum, men eftir hetta var at kalla eingin bøn. Eftir leiðslumálið koyrdu spaniólarnir bóltin runt í vøkrum mynstrum, sum Týskland sjáldan megnaði at bróta, og tann gongdin helt sær eftir steðgin.
Skuldi Týskland vinna seg aftur í dystin, so kravdi hetta mest sannlíkt onkran vandamiklan deyðbólt, men kvaliteturin í hesum var aloftast út av lagi vánaligur. Og ístaðin var fleiri ferðir um reppið, at Spania økti. Ikki minst tá Senna var sentrum í einum framúrskarandi álopi, men sami Senni var akkurát nakrar sentimetrar ov stuttur, tá hann skuldi beina bóltin í manntóma týska málið.
Heimsins bestu
Men tað slapp ikki at skugga yvir gleðini, tá dómarin hevði floytað fyri seinatsu ferð. Spania hevur ofta verið stóra vónbrotið í bæði EM- og HM-endaspølum, tá úrtøkan ikki hevur staðið mát við annars góða spælið.
Hesa ferð var tó eingin, sum stóð spaniólum kurl. Og tá Iker Casillas fór upp eftir stóra steypinum mundi einasti spurningurin vera, um talan júst nú ikki er um heimsins sterkasta landslið, sum tók ímóti heiðrinum, sum spælararnir so ruddiliga høvdu uppiborið.