Besta mansliðið í hondbólti hjá ÌF Føroyum í Keypmannahavn stríðist fyri at koma upp úr Seriu 1, og upp í kvalifikasjónsrekkjuna, sum er beint undir donsku 3. deild í hondbólti.
Formaðurin í ÌF Føroyum, Helgi Justinussen, sum eisini venur besta mansliðið hevur góðar vónir um, at liðið kann flyta upp í kvalifikasjónsrekkjuna.
Helgi Justinussen heldur, at liðið hevur nógvar góðar spælarar, og hevði saktans kunna staðið seg í Atlantic Airways kappingini.
Helgi Justinussen vitjaði seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag. Tað ber til at hoyra prátið við Helga Justinussen í ljóðbrotinum undir greinini.