Seinasta leygarkvøld skuldi Mentanarhúsið verða karmur um eitt serstakt kvøld, har besta kjøtið í Fuglafirði skuldi finnast.
Hetta verður í staðin í kvøld kl. 19.00. Hetta er annað árið, har leita verður eftir tí besta kjøtinum í Fuglafirði og samstundis verður nógv ymiskt á skránni, so sum, 3-rætta matskrá, undirhald við Hilmar Jan Hansen, framløga um seyðahald í Fuglafirði við Frits Johannesen og dansur við Brim er aftaná.
Meir kann lesast um tiltakið á www.mh.fo