Besta hálvár í nýgjari tíð

Annar ársfjórðingur hjá BankNordik gjørdist besti ársjórðingur samtaksins í nýggjari tíð, hvat viðvíkur rakstrarúrsliti. Eftir kostnaðarskerjingar í 2012 og við ársbyrjan í 2013 gjørdist hálvársúrslit bankans 77 milliónir krónur fyri skatt.

 

Bankin sigur í morgun, at framdu umleggingarnar seinastu árini seta sín dám á hálvársroknskap bankans. Sostatt vóru útreiðslurnar sjey prosent lægri fyrra hálvár í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

 

– Inntøkurnar fyri árshelmingin vóru 436 milliónir krónur, sum er á sama stigi sum í 2012. Hetta endurspeglar ein lægri eftirspurning eftir útlánum og kredittum, samstundis sum inntøkurnar frá tryggingarvirksemi samtaksins eru øktar, sigur bankin.

 

Rakstrarúrslitið fyri fyrra hálvár 2013 gjørdist eftir hetta 154 milliónir krónur fyri niðurskrivingar í mun til 131 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin fevndi bæði um banka- og tryggingarvirksemið og taldi til samans 18 prosent.

 

– Vit hava skert útreiðslurnar sjey prosent í mun til í fjør, og av tí at niðurskrivingarnar eru í samsvari við væntanirnar, hava vit í øðrum ársfjórðingi fingið besta rakstrarúrslitið í nýggjari tíð, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.


Les meira VIÐ AT TRÝSTA HER