Vit verða fleiri og fleiri gomul í komandi árum. Men eg eri ikki samdur við teimum, sum tosa um, at tey nógvu gomlu fara at verða ein so ovurtung fíggjarlig byrða hjá teimum, sum eru í arbeiðs-førum aldri, at tað verður størsta hóttanin móti føroyska vælferðarsamfelagnum. Eg royndi at grundgeva fyri hesum í greinini í Sosialinum síðsta leygardag, men har vóru so nógvar villur komnar í og brot dottin burturúr, at eg má bøta um tað við hesum ískoyti.
Tað er ikki nøkur sjálvsøgd demografisk ella íbúgvafrøðilig gongd, sum skapar nakrar trupulleikar. Tað avgerandi er hinvegin eitt politiskt val, um umstøðurnar hjá barnafamiljunum skulu gerast betri ella verri. Fáa smábarnafamiljurnar góðar umstøður, eru betri møguleikar fyri eini sunnari, sterkari fólkasamanseting. Verða umstøðurnar gjørdar verri, ja so fáa vit so líðandi eina gamla, aldursliga avskeplaða fólkasamanseting, sum kann elva til stórar fíggjarligar trupulleikar.
Tí er tann besta sosiala og fíggjarliga framtíðar-tryggingin av føroyska vælferðarsamfelagnum at vit framhaldandi megna at halda ein høgan føðitíttleika.. Hetta leggur nevnliga eitt sterkt og trygt støði undir fólkasamansetingini í Føroyum.
Nú eru vit so heppin, at okkara føðitíttleiki liggur nógv hægri enn í hinum norðanlondunum og í Europa yvirhøvur, og tann stóra avbjóðingin er halda fast við henda høga føðitíttleikan eisini í komandi árum. Men tað hendir ikki av sær sjálvum. Altjóða rákið hevur longi verið eitt minkandi barnatal, har eitt-barna familjur verða tað vanliga. Skulu vit sleppa undan somu gongdini her, er tað av allarstørsta týdningi, at trivnaðarligar og fíggjarligar umstøður hjá ungum smábarnafamiljum eru so góðar, sum yvirhøvur gjørligt. Og alt sum ger umstøðurnar verri, fer at hava negativa ávirkan á føðitíttleikan.
Tí ivist eg ikki í, at verri umstøður í samband við barnsburð fara at enda við einum lækkandi føðitíttleika. Tað gevur við tíðini eina "gamla" fólkasamanseting. Tá kunnu vit enda í hesi óhepnu støðuni við einum veksandi fíggjarligum trýsti móti væl-ferð-ar-skipanunum.
Vit kunnu lýsa avleiðingarnar av einum minkandi føðitíttleika við at samanbera tvær framrokningar. Onnur er framrokningin hjá Hagstovuni (Alternativ FØ), har fyritreytin er ein høgur føroyskur føðitíttleiki, hóast hann minkar nakað (úr 2,5 niður 2,2 børn pr. kvinnu). Hin framrokningin (Alternativ NO) er at føðitíttleikin líðandi verður minkaður niður á sama støði, sum er miðaltalið fyri øll norðanlondini (altso úr 2,5 niður 1,7 børn).
Tað sum talvan og myndin vísa, er hvussu nógv vit vinna við at fasthalda ein høgan føðitíttleika ? ella hinvegin, hvussu galið tað kann ganga, um okkara føðitíttleiki minkar niður á eitt miðal norðurlendskt støði. Tann altavgerandi munurin, sum sæst væl í stabbamyndini, er at við tí høga føðitíttleikanum veksur talið av teimum yngru enn 65 ár næstan dupult so nógv sum av teimum eldri enn 65 ár. Í hinum førinum ? við tí minkandi føðitíttleikanum ? verður umvent, har fer talið av teimum yngru bert at veksa helvtina av teim eldru. Ongin kann verða í iva um, hvat er betur fyri samfelagsligu menningina.