Hóast Eysturoyingur nú er føroyameistari, fara teir at halda fram í sama lag.
- Vit ætla okkum at gera tað sama og venja víðari, tí tað hevur nógv at siga at vinna Ólavsøkuróðurin. Vit undirmeta ongan, undirstrikar ein troyttur Eyðfinn Bjarnastein eftir róðurin í Miðvági.
Hann heldur, at styrkin hjá Eysturoyingi í ár er, at teir hava gott fólk, hava vant hart og trúgva upp á seg sjálvar.
Eyðfinn hevur vunnið føroyameistaraheitið við Tjaldrinum í 2000 og 2001, men hann er ikki í iva um, hvat er betri.
- Tað er nógv betri at vinna føroyameistaraheitið við tíggjumannaførunum. Tað er nógv stuttligari og eisini meira spennandi, sigur Eyðfinn Bjarnastein.