Besta fótbóltsdeildin hjá monnum eitur ikki longur Vodafone. Navnið skal nú skiftast. Eftir trý ár sum høvuðsstuðul, takkar samskiftisfyritøkan fyri seg.
Seinastu trý árini hevur besta deildin hjá monnum verði kallað Vodafonedeildin. Nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, skal besta deildin hjá monnum hava nýtt navn.
- Fótbóltsdeildin hevur veruliga givið okkum, sum felag, nakað serligt. Í 2008 gjørdust vit partur av størstu fjarskiftisfyritøku í heiminum. Vit fóru frá at vera Kall til Vodafone. Sum høvuðsstuðul hjá fótbóltinum hevur hetta skifti gingið væl. Nýggja navnið bleiv skjótt eitt húsarhaldsbrand vegna vælumtókta fótbóltin. Eftir trý ár meta vit tó, at tíðin er búgvin at fara aðrar leiðir við stuðli millum annað hjá Svimjisambandi Føroya, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone.
Tað er enn ikki greitt, hvussu besta deildin verður nevnd næstu tíðina.
Kristin Dam Ziska, virkandi aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, harmast, at Vodafone spælir bóltin víðari. Samstundis takkar hann Vodafone fyri fyrimyndarligt samstarv seinastu trý árini.
- Vit arbeiða við málinum at fáa ein nýggja høvuðsstuðul, og vónandi og væntandi kemur hetta arbeiði undir land innan stutta tíð. Helst áðrenn besta deildin hja monnum fer í gongd um mánaðarskifti mars-apríl, sigur Kristin Dam Ziska, virkandi aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Frá 2006 til 2008 varð fremsta deildin nevnd Formuladeildin, og frá 2009 til 2011 nevndist fremsta deildin Vodafonedeildin. Spennandi verður tí at vita hvat vit fara at kalla deildini í ár og næstu árini.