Besta deildin skal møguliga skerjast

Fótbóltur: Fótbóltssambandið bjóðar limafeløgunum til fundar leygardagin 21. november

Skulu tað framhaldandi vera tíggju lið í fremstu fótbóltsdeildini, ella skal talið lækkast, og um tað verður undirtøka fyri at lækka talið, hvussu langt niður skal talið so.

Hetta eru spurningar, sum Fótbóltssamband Føroya vil hava limafeløgini at siga sína hugsan um.

Í gjár sendi Fótbóltssamband Føroya limafeløgunum bræv, har teir bjóða til fundar leygardagin 21. november kl. 10.00. Talan er um fundin, sum FSF á hvørjum ári skipar fyri. Fundurin er ætlaður sum eitt ikki formligt forum, har umboð fyri feløgini siga sína hugsan um kappingarárið, sum júst er liðugt, og har tað verður tosað um broytingar, sum møguliga eiga at vera gjørdar í komandi ári. Fundurin hevur ongar heimildir at taka avgerðir, sum snúgva seg um reglarnar, ið galda fyri FSF og fyri fótbóltskappingarnar, men sjónarmiðini, sum koma fram á fundinum, eru ofta grundarlag fyri teimum uppskotum um broytingar, sum nevndin í FSF plagar at leggja fyri aðalfundin, sum er í januar, og sum er hægsti myndugleikin í føroyskum fótbólti.


Fyrireikingin

Í skrivinum til feløgini sigur FSF, at ein av fyritreytunum fyri fundinum er, at feløgini koma við málum, sum ynskt verða viðgjørd, og at málini, saman við skrivligari frágreiðing, skulu vera FSF í hendi í seinasta lagið hósdagin 5. november.

Feløgini kunnu lata seg umboða við í mesta lagið trimum umboðum, og FSF sigur, at hesi eiga at vera formaðurin í felagnum, formaðurin í kappingarnevndini ella fótbóltsnevndini og venjarin. Hetta er ikki nakað, sum FSF kann áleggja feløgunum, men um nøkur nytta skal vera í fundinum, so er sjálvandi best, at tey, ið hava myndugleika í feløgunum og harvið skulu vera við til at taka avgerðir á ársaðalfundinum eru til staðar.


Luttakaratalið

Sum sagt so eru tað feløgini, sum skulu senda FSF mál, ið tey ynskja at viðgera, men í fráboðanini til fundin hevur FSF umframt fótbóltskappingina 1998 sett tvey mál á skránna. Annað er ein samandráttur av spurninginum um leikaraavtalur, og hitt snýr seg um broytingar í kappingarreglunum, og har verður m.a. víst til grein 4 A, sum snýr seg um talið á liðum í vaksnamannadeildunum.

Síðsti spurningurin er ein, sum umboð fyri fleiri feløg áður hava luftað áskoðanir um, og fundurin átti at verið eitt gott høvi hjá FSF at skatta dýpið fyri at finna út av, hvørja áskoðan feløgini hava til tosið, sum aftur eftir kappingarenda í ár hevur verið um henda spurning.