Besta byrjan hjá kvinnu við barn

Tað er hugtakandi, at eitt lítið barn kann veksa í kroppinum, meðan mamman fer til arbeiðis, vaskar klæði og svevur. - Tú kanst hjálpa kroppi tínum og tí ófødda við at ansa væl eftir tær sjálvari

Vilmund Jacobsen

Tann góða tíðin, meðan kvinna er við barn, er eisini ein tíð, har hon finnur út av, hvussu nærumhvørvið veit at siga um nógv góð og vælmeinandi ráð, sum hon kann brúka.
Hinvegin kann tað vera ørkymlandi og frustrerandi at hoyra ymiskar meiningar, tengdar at aldri og sannføring hjá teimum, sum koma við ráðunum. Summi ráð tykjast soleiðis avoldað og mótstríðandi.
Men, her er eisini nógv vitan á økinum tøk - vitan, sum byggir á kanningar og dygdargóð skjalprógv. Tað nýtist tí ikki at vera so trupult at ansa sær sjálvum og ófødda barninum.
- Tað eru eingi skjalprógv um ymisk ”dadduráð”, sum tað verður rópt. Lakress hevur ávísan týdning, um tú hevur ov høgt blóðtrýst. Alt við máta. Eins og hjá øllum, sum ikki eru við barn, er tað ikki sunt at eta einstáttað, og sumt kann beinleiðis vera vandamikið, um tú etur trý kilo av einum slag.
Jarðarmóðirin, Mariette Bang, vísir á, at kostráðini, sum kvinnur við barn eiga at fylgja, eru tey somu, sum givin vera fólki í síni heild.
- Tað einasta, eg plagi at leggja aftrat, er, at kvinnur ikki skulu eta seks petti av fruktum, men eisini grønmeti.

Undantøk eru
Tað eru tó nøkur undantøk frá vanligu kostráðgevingini, sum kvinnur við barn eiga at hava í huga.
- Kvinna við barn eigur ikki at eta 100 gramm av eitt nú tun-ella svørfiski, tí fiskurin kann vera fongdur við nógvum kiksilvuri. Heldur ikki er ráðiligt at eta meiri enn 125 gramm av eystursjóvarlaksi um mánaðin, tí laksurin er fongdur við lutfalsliga nógvum dioxini. Livir og livralýsi kunnu hava stórt innihald av a-vitaminum, sum kunnu skaða barnið. Tí eigur tú ikki at taka hesi, meðan tú ert við barn. Hinvegin kanst tú saktans eta livurpostei. Tú eigur ikki at drekka mjólk, sum ikki er hitaviðgjørd og ost, sum er gjørdur úr mjólk, ið ikki er hitaviðgjørd. Tú eigur ikki at drekka meiri enn tríggjar koppar við kaffi um dagin, og tú eigur at avmarka nøgdirnar av drykkjuvørum, sum hava koffe’in, eitt nú te og cola, sigur jarðarmóðirin.

Smáar og títtar
Mariette Bang sigur, at danska Heilsustýrið mælir til, at kvinnur við barn taka ískoyti av folsýru, d-vitaminum og jarni, eins og tær skulu taka ríkiligt at kálki, antin um matin ella sum tilskot.
- Tá kvinna við barn tekur tilskot við jarni, skal hon minnast til, at tilskotið skal takast einsamalt - og ikki saman við øðrum tilskoti ella máltíðum. Tekur tú jarntablettir saman við glasi av appelsinjuice, veksur upptøkan orsakað av c-vitaminunum. Jarn, sum partur av multivitaminum, riggar ikki, tá jarnið ikki verður upptikið optialt í kapping við onnur evni.
Mariette Bang viðmælir, at kvinnur við barn eta smáar og títtar máltíðir, tá hetta tyngir minni um blóðsukurskipanina.
- Tá tú ert við barn, hevur tú longu eina belastaða blóðsukurskipan orsakað av hormonunum í kroppinum, leggur jarðarmóðirin aftrat.
vilmund@sosialurin.fo

Myndatekstur: (Kvinna við barn… )

- Kostráðini, sum kvinnur við barn eiga at fylgja, eru tey somu, sum givin vera fólki í síni heild. Tað eru tó nøkur undantøk, sigur jarðarmóðirin, Mariette Bang

Sitat…

… Tilskot av jarni skal takast einsamalt - og ikki saman við øðrum tilskoti…