B68?NSÍ
Eftir dystarlok vistu spælararnir, ta teir høvdu verið partur av dramatiskum undirhaldi. Lagið í B68 leguni var framúr, og tað er einki at siga til, at NSÍarnir hingu eitt sindur við nevinum, sjálvt um teir vóru fattir:
? Vit mugu helst staðfesta, at tað verður heldur ikki í ár. Í teoriini kunnu vit røkka fyrsta plássinum. Vit hava møguleika at vinna allar tríggjar dystirnar, sum vit eiga á, men tað er næstan ov bjartskygd at rokna við, at B68 og HB skulu kiksa fleiri ferðir í trimum umførum, tá ið teir hava staðið seg so væl higartil í ár.
Tað er Jónstein Petersen, sum skoraði bæði NSÍ málini ? hetta vóru fyrstu málini í landskappingini hjá honum í ár ? sum sær veruleikan í eyguni.
Hvussu ber tað til, at teir so leingi vóru greitt omaná?
? B68 hevur eitt gott lið. Um vit skulu halda teimum, so er neyðugt, at vit allir spæla upp til okkara besta. Tað gjørdu vit ikki. Tað var ov nógvur fjáltur á. Fleiri vóru niðanfyri tað, sum vit megna. Vit høvdu eisini trupulleikar aáundirlagnum. Vøllurin var hálur. Tað hevði við sær, at vit ikki tordu at liggja so tætt í mótstøðumonnnum, sum vit áttu at havt gjørt. Øssur, Fróði og Jann Ingi fingu møguleika at venda sær við bóltinum, og so eru teir allir vandamiklir, staðfestir Jónstein Petersen, sum helt seg hoyra B68 málverjan rópa, at hann hevði tak á, tá ið innleggið kom innfyri. So gjørdi Arnbjørn Danielsen einki, og so smeyg skjóti maðurin sær ímillum og javnaði til 2?2.
? Eftir at teir vóru komnir framum, satsaðu vit, og vit kundu gott havt fingið okkurt málið, men málverjin hjá teimum var fantastiskur.
Arnbjørn Danielsen hjá B68 er sjálvandi sera væl nøgdur við sigurin, og hann heldur, at avrikið hjá teimum var gott:
? Tá ið havt verður í huga, at vit spældu ímóti einum av hinum liðunum í toppinum, so haldi eg, at spælið hjá okkum fyrsta tíman ella inntil vit vóru komnir framum 3?2 var so gott, sum tað ikki hevur verið í ár.
Men so vóru tit kroystir?
? Soleiðis er tað ofta. Teir satsa, og tá ið vit hava misnýtt brotsspark, fara vit eitt vet niður, og teir fáa eyka orku og trúgv upp á, at tað er møguleiki at koma afturíaftur. Teir fingu møguleikarnar, men Albert var fantastiskur. At teir satsaðu so nógv frameftir bar møguleikar til okkum við sær, men vit vóru eitt sindur bangnir at fara so mikið nógv úr verjustøðuni, at vit kundu gerast vandamiklir, sigur Arnbjørn Danielsen.
Og hvat nú?
? Vit hava spælt okkum í eina fína støðu, og moralurin er í toppi. Vit fara í Gundadal fyri at vinna ímóti HB. Vit hava ta virðingina fyri teimum, sum skal til. Men vit eru ikki bangnir fyri teimum, so tað veður rættuliga spennandi.
Súni Fríði Johannesen er leikbannaður sunnudagin. Fróði Benjaminsen sá gult, men hann er ikki leikbannaður. Hann sat uttanfyri, tá ið B68 24. august spældi ímóti KÍ.