Besta bókin er um Zlatan

- Øll burdu lisið bókina um Zlatan Ibrahimovic. Tá mann hevur lisið hana, skilir mann betur, hví hann er, sum hann er. Tað sigur Kristina G. Jacobsen, sum er úr Klaksvík men er í frisørlæru í Havn

Navn: Kristina G. Jacobsen

Starv?
Frisørnæmingur hjá Royal Intercoiffure.

Hvat er tað besta við starvinum?
Tað besta við starvinum er, at mann hvønn dag kann gera tað, mann elskar. Tú hevur aldrin ein keðiligan arbeiðsdag. Glaðir og nøgdir kundar er altíð gott, og so er tað bara eitt pluss at hava so fittar starvsfelagar

Tað keðiligasta?
Tað er ivaleyst, tá eg eri yvir-troytt og má roynda vera totalt fresh allíkavæl.... Tað er faktist ikki eingong keðiligt!

Lýs tann perfekta dagin
Fyri meg er tað, tá eg havi tíð til at forkelað meg sjálva við nógvum góðum, brúka pengar, og so sjalvandi eisini kvalitetstíð við familju og vinfólki

Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
Hyggi sum so ikki eftir nøkrum í sjónvarpinum, men um eg geri, so er tað eftir onkrum filmi

Hvat gert tú, tá tú veruliga slappar av?
Eg plagi slappa nógv av, tá eg eri í Klaksvík. Siti á sofuni og fái serverað tað, eg vil hava. So ringir telefonin sum oftast, og tað plagar at merkja, at tá er tíð til sleis við vinfólkinum

Nær ert tú í góðum lag?
Tá alt gongur væl hjá øllum. Annars blívi eg í góðum lag, tá eg eri saman við festligum fólkum

Hvat ger teg illa?
Fólk sum bara grenja um alt og onki.

Hvør er tín fyrimynd?
Havi fyrimyndir bæði her og der, men mammu og babba síggi eg upp til. Eisini er Marian, sum er mín lærumeistari ein fyrimynd við øllum tí, hon hevur megnað

Hvørja bók burdu øll lisið?
Bókina um Zlatan Ibrahimovic. Tá mann hevur lisið hana, skilir man betur, hví hann er, sum hann er. Men ja, tað er nokk eisini einasta bókin, eg havi lisið tey síðstu árini, so eg komi ikki tankar um nakra aðra

Hvussu nógv hugsar tú um tína útsjónd?
Eg fari ikki út, um eg ikki føli meg væl

Hvussu vilt tú lýsa tínar matvanar?
Havi ongar fastar matvanar. Kann eta salat og grønt ein heilan dag, og næsta dagin bara fastfood

Hvussu nógv hugsar tú um rørslu og venjing?
Eg hugsi um tað hvønn tann einasta dag, men eg komi aldrin so langt við at fara í gongd við at venja

Hvussu dámar tær best at halda summarfrí
Hugna mær í Føroyum saman við vinunum. Her hendir so nógv um summarið, at tað er synd at fara av landinum

Enda setningin ”Annars haldi eg…”
… at Havnin er ein sera deiligur býur, men eg fyritrekki Klaksvíkina