- Besta avgerðin í lívinum

Ken Fagerberg er sloppin burturúr einum lívi við alkoholi, rúsevnum og vandamiklum kenningum.

Svenski 07 Vestur-áleyparin, Ken Fagerberg, avdúkar í samrøðu við svenska Offside, at hann sum yngri og lýsandi fótbóltstalent hevði stórar trupulleikar av alkoholi, rúsevnum og hevði kriminellar vinir og kenningar.


Hóast hann stundum avrikaði á vøllinum, so tók hann í loyndum rúsevni so sum amfetamin og kokain, og tá ið hann var útleigaður frá danska FC Midtjylland til Örgryte í 2010, vóru eisini brotsverk við í leikinum.


- Nøkur vóru eftir mær. Bandar og líknandi. Eg hevði knúst bilar og líknandi. Tað var øgiliga óhugnaligt, sigur hann við Offside.


Ken Feagerberg sigur í samrøðuni, at hann í næstseinasta dystinum við Örgryte valdi at fáa sær reytt kort fyri at sleppa aftur til eitt friðarligari lív í FC Midtjylland. Hetta gjørdist endin á rokaliga uppihaldinum í Svøríki.


- Eg var heilt burtur. Eg minnist næstan einki frá teimum mánaðunum. Eg ballaðist illa ta tíðina og drakk lættliga tíggju øl um kvøldið. Janne (Andersson, núverandi svenski landsliðsvenjarin, red.) var venjari. Hann var fryntligur og dugnaligur, men eg minnist illa nokk nakran fund ella venjing, sigur Ken.


- Nakrar venjingar sortnaði tað fyri mær og eg fekk hjartabankan. Tað má hava verið vandamikið. Tað er ótrúligt, tá ið man hugsar um tað í dag, sigur hann víðari.


29 ára gamli Ken Fagerberg hevur spælt við 07 Vesturi í tvey ár og gjørdi nýliga nýggjan tvey ára sáttmála við felagið. Hann sigur við Offside, at avgerðin um at koma til Føroya og burtur frá trupulleikunum er tann besta, ið hann hevur tikið í lívinum.