Húsar: - Vit vilja fegin hava greiðu á, hvat hendir um vit einaferð fara at leggja saman, sigur hann.
Í einum slíkum samstarvi hugsar Magni serliga um tvey mál ella stórmál, sum ein kann loysa í felagsskapi við aðrar - skúlin og bátahylurin.
Hinvegin so ætlar Húsa kommuna sjálv at loysa nøkur mál í framtíðini. Sum skilst er ikki ætlanin, at alt skal bíða til kommunurnar møguliga verða samanlagdar einaferð.
Millum hesi arbeiðini er tað at fáa reinsiverk til báðar bygdirnar, sparkivallir, ljós uppá kirkjuna, eina gøtu niðan á eiðið og biðstøðlapláss.
- Vit eru sera spent til fundin, og fara á hann við opnum hjarta. Vit eru í øllum førum opin fyri øllum, sum kann verða gott fyri alla oynna, sigur Magni Garðalíð.
Hann sigur seg vænta ein opnan og óformellan fund.
Sum ein eind
Sum nevnt aðrastaðni á síðuni hevur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen lagt upp til størri samstarv millum allar kommunurnar í Norðoyggjum.
Magni er sjálvur sinnaður fyri eini slíkari loysn, hóast hann leggur dent á, at endamálið við fundinum í morgin ikki hevur til endamáls at leggja kommunurnar saman alt fyri eitt.
Hann orðar seg heldur soleiðis: - Tá vit einaferð eru komin fram til eitt úrslit, leggja vit tað fram fyri fólkið í kommununi at taka støðu til.
Fyri hann tykist tað eitt sindur øvugt, at fólkið í norðaru helvt av oynni nærum leypa upp um Húsar og Syðradal, tá talan er um samstarv við Klaksvík.
Best hevði verið um allar fýra bygdirnar kundu farið sum ein eind!
Ein skúli til øll
Eitt av stórmálunum, sum Magni er upptikin av, og sinnaður at finna eina góða og felags loysn á, eru skúlaviðurskiftini í allari oynni.
- Tað besta hevði verið, um ein einstakur skúli var í Kalsoynni, sigur hann.
Besta staðið til ein slíkan skúla heldur hann vera í øðrum endanum - t.v.s. annaðhvørt á Trøllanesi ella á Syðradali.
Sjálvur hellir hann til tað seinna, m.a. tí at ferjulegan í oynni liggur á hesum staðnum, og tí at hetta hevði lætt munandi um flutningin av skúlabørnunum.
Við hesi skipanini hevði ein einstakur bussur kunna staðið fyri hesum flutningi.
- Í Syðradali er somuleiðis lættast at koma aftur og fram millum Kalsoy og Klaksvík, leggur hann dent á.
Stutt og einfalt
Hetta vita næmingarnir, sum hava ymiskar lærugreinar í skúlunum í Klaksvík. Hetta vita tey sum arbeiða ella hava ørindi hjá t.d. lækna og tannlækna í Klaksvík. Og hetta vita eisini tey, sum luttaka í ymiskum frítíðarvirksemi, t.d. ítrótti, tónleiki og øðrum.
- Og so mugu vit heldur ikki gloyma, at lá ein slíkur skúli í Syðradali var stutt og einfalt at fáa lærarastyrk úr Klaksvík. Tað er bara eitt hanagleiv við Sam, so kundu tey verið í skúlanum her, slær hann fast.
Hetta eru enn bert hugsanir, men Magni heldur seg hava skilt á fólki at hugskotið er gott.
Hetta verður tó neyvan ein skúli við fimleikarhøll, svimjihyli og slíkum, men kann gerast ein góður skúli til gleði fyri alt oyggjarfólkið.
Fyri bátaeigarar
Magni Garðalíð er sjálvur partur av føroysku ferðavinnuni.
Bæði hann og aðrir kalsoyingar hava tí eitt ynski um betri umstøður til at leggja bátar sínar, - ikki minst eitt stað, har báturin kann liggja tryggur alt árið.
- Fyri meg er líkamikið, hvar ein slíkur bátahylur hevði verðið lagdur. Bara vit einaferð kunnu fáa ein slíkan hyl, sigur hann.
Sum er mugu bátaeigarar í Kalsoy hava bátar sínar liggjandi í Klaksvík, meðan Magni hevur ferðavinnubát sín liggjandi fyri tað mesta í Leirvík.
Hevur ein kalsoyingur hug at dríva útróður, er hetta ikki bara sum at siga tað:
Báturin má liggja í Klaksvík, og so sleppur hann ikki til útróðrar tá hann vil, tí hann er bundin av ferðaætlanini við strandfaraskipinum Sam.
Sjálvur vil Magni ikki gera seg klókan uppá, hvar ein slíkur bátahylur kundi ligið. Ein møguleiki er sjálvandi á Húsum. Ein annar á Syðradali.
- Onkur hevur eisini nevnt Knútsdal, har smoltstøðin liggur, sum eina loysn. Men hetta eru alt viðurskifti, ið vit mugu tosa um áðrenn, sigur Magni.
Best við EINUM øki
Starvsfelagin hjá Magna í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen er í øllum førum hugaður fyri størri samstarvi millum kommunurnar í Norðoyggjum.
Við Sosialin í farnu viku segði hann beinleiðis, at best hevði verið fyri Norðoyggjar um tær so líðandi vórðu skipaðar sum ein einstøk kommuna, heldur enn sum nú, har oyggjarnar eru í fleiri pørtum.
- Hetta hevði verið best fyri alt økið, segði Steinbjørn.
Staðfestast kann, at hesin tankin so smátt er við at gerast veruleiki:
Mikladalur og Trøllanes eru komnar upp í Klaksvíkar kommunu. Svínoy kemur eftir næsta kommunuval, og í løtuni eru samrøður í gongd við Hvannasunds kommunu.
Og í morgin verður altso ein fundur í Klaksvík, har umboð fyri Húsa og Klaksvíkar kommunu fara at hittast at tosa um mál av felags áhuga.
Í løtuni er støðan hon, at Kalsoy er í tveimum - tær báðar norðaru bygdirnar við sínum 69 íbúgvum eru í Klaksvíkar kommunu, meðan tær báðar sunnaru, við sínum 60 íbúgvum, eru í Húsa kommunu.